Sí myndirnar: Nógv fólk heilsaðu drotningini

Vitjanin hjá drotningini byrjaði klokkan 13, tá Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, tók ímóti Margrethu drotning á Bursatanga. 

Síðani fóru løgmaður og Margretha drotning í Tinganes at heilsa uppá landsstýrið. Eftir tað vitjaði drotningin í løgtinginum, á trappuni í Vágsbotni, á Skúlanum á Fløtum og í Sjóvinnuhúsinum. At enda var ein veitsludøgurði í Norðurlandahúsinum, har løgmaður eisini var vertur. 

Nógv fólk sóu drotningina í Havn, og serliga í Vágsbotni var nógv fólk komið saman. 

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Trýst á myndina og hon verður størri

Er kopiera