Sí myndirnar: Widerøe fyrstu ferð í Vágum

Norska flogfelagið Widerøe flýgur nú eisini til Føroya. Flogið verður tvær um vikuna millum Bergen og Vágar, fríggjadag og mánadag.

Á fyrsta túrinum úr Bergen í dag komu 27 ferðafólk, og 47 ferðafólk fóru fyrsta túrin úr Vágum til Bergen.

Flogfarið, sum verður brúkt á Føroyarutuni, er eitt propelflogfar, og tað tekur 78 ferðafólk. 

Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn, væntar sær nógv av nýggju rutuni. Hon fær bæði týdning fyri ferðsluna um flogvøllin og ferðavinnuna, sigur hann.

Widerøe er størsta regionala flogfelag í Skandinavia, og hevur beinleiðis samband úr Bergen til 40 aðrar býir í Noregi, umframt ferðamál í øðrum londum um okkara leiðir.

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Er kopiera