- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sí myndirnar: Veðurstovan farin til verka
Lív er aftur í gomul veðurstøðini hjá Meterologosk institut við endan av Hoyvíksvegnum í Havn.
Veðurfrøðingarnir Turid Laksá og Andreas Klein Gregoriussen hava úr at gera, nú nýstovnaða Veðurstova Føroya er farin til verka.
Mánadagin verður fyrsta fimm daga forsøgnin hjá Veðurstovu Føroya send út til almenningin DMI.
Kringvarpið var á vitjan og gjørdi eina ljóð- og myndareportasju um Veðurstovu Føroya.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Veðurstova Føroya heldur til í gomlu veðurstøðini hjá Meterologisk Institut við endan av Hoyvíksvegnum í Havn.
Útsýnið frá Veðurstovu Føroya er framúr gott.
The grand old men innan føroyskt veður, Alix Rasmussen og Hanus Kjølbro, sum í løtuni eru virkandi leiðarar á Veðurstovu Føroya, granska nýggjastu veðurkortini. Teir leggja ungu veðurfrøðingunum, sum nú eru farnir til vera á Veðurstovu Føroya, lag á.
Størsta avbjóðingin verður at skriva verðurforsagnirnar á føroyskum, heldur Turid Laksá, veðurfrøðingur, sum tó gleðir seg til, at senda fyrstu fimm daga veðurforsøgnina út mánadagin.
Síðani Veðurstova Føroya fór til verka í apríl, hava tey fingið til vega neyðuga útbúnaðin og vitanina, fyri at kunna spáa um umskiftiliga veðrið í Føroyum.
Alix Rasmussen, veðurfrøðingur, er virkandi leiðari á Veðurstovu Føroya, saman við Hanusi Kjølbro. Alix Rasmussen hevur starvast nógv ár á Dansk meteorologisk institut, DMI, og var fastur veðurmaður í Góðan morgun Føroyar í útvarpinum í mong ár.
Andrias Klein Gregoriussen, veðurfrøðingur, ásannar, at tað er ein avbjóðing at spáa um veðrið í Føroyum, tí tað finnast so nógv lokal veðurfyribrigdi. Tað er eisini tað, ið ger tað spennandi, heldur hann.
Hin veðurkøni Hanus Kjølbro, sum hevur sitið í Veðurmenningarbólkinum, sum legði lunnarnar undir Veðurstovu Føroya, leggur ungu veðurfrøðingunum lag á. Fyrsta tíðin hjá Veðurstovu Føroya er brúkt til at savna saman so nógva vitan um veðrið í Føroyum sum gjørligt.
Veðurfrøðingarnir á Veðurstovu Føroya ásanna, at tað er spennandi at seta á stovn eina føroyska veðurstovu.
Dúgligt verður tosað um veðurkort, veðurmodell og veðurfyribrigdi á Veðurstovu Føroya, nú tað stundar til, at nýstovnaða veðurstovan skal skriva og senda sína fyrstu fimm daga veðurforsøgn út til bæði almenningin og DMI mánadagin.
Veðurfrøðingarnir fáa, við útsýninum frá sínari skrivstovu í gomlu veðurstøðini við Hoyvíksvegin í Havn, skjótt sjón fyri søgn um teirra veðurforsagnir vóru rættar.
"Føroyingar tosa nógv um veðrið, so tað er upp á tíðina, at vit taka veðrið heim til Føroyar og skriva okkara egnu veðurforsagnir í Føroyum," sigur Turid Laksá, veðurfrøðingur.
"Tað er spennandi at sleppa at menna eina føroyska veðurstovu," sigur Andrias Klein Gregoriussen.
|