- Tíðindi, mentan og ítróttur
Herjólfur á Skála
Herjólfur á Skála
Herjólfur III, sum Strandferðslan hevur leigað úr Íslandi til at røkja Suðuroyarleiðina, kom á Skála fyri lítlari løtu síðani.
30.05.2022 - 18:15
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Skipið skal nú til 30 ára klassingar á Skipasmiðjuni á Skála. Vænta verður, at skipið er liðugt umleið miðjan juli.
Herjólfur III skal sigla sum farmaskip á Suðuroyarleiðini, og eisini avloysa Smyril í summar, tá hann fer í dokk í Danmark.
|