Sí myndirnar: Ein hendingaríkur fyrrapartur

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Fyrraparturin í løgtinginum byrjaði við, at Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, varð koyrdur frá sum landsstýrismaður í menta- og uttanríkismálum av Bárði á Steig Nielsen, løgmanni og formanni Sambandsfloksins.

Boðini komu sum ein bumba fyri løgtingslimirnar, tá ið teir møttu til arbeiðis í løgtinginum fyrrapartin. 

Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldis, náddi ikki at leggja fram eitt misálit á Jenis av Rana, landsstýrismann í menta- og uttanríkismálum, tí løgmaður hevði longu koyrt landsstýrismannin frá áðrenn. 

Fyrraparturin í løgtinginum var merktur av nógvum samrøðum um nýggju støðuna, nýggja veruleikan, og hvat nú fer at henda. Her eru tað Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, sum hevur verið varamaður fyri Jenis av Rana, Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, og Johnhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, sum umrøða støðuna.

Granatskelkur er orð, ið ofta verður brúkt til at lýsa støðuna, sum fólk eru í, tá ið okkurt brádligt og óvæntað hendir. Steffan Klein Poulsen, ið hevur røkt løgtingssessin fyri Jenis av Rana, formanni Miðfloksins, tók fyrrapartin sæti á áskoðaraplássunum, nú Jenis av Rana skal úr landsstýrinum og aftur í løgtingið. 

So er spurningurin, hvør næsti leikur verður, og um samgonguni er lív laga, tykjast Christian Andreasen, formaður Fólkafloksins, og Bill Justinussen, løgtingslimur fyri Miðflokkin, at samskifta um. 

Andlitsbráið hjá Bill Justinussen úr Miðflokkinum sigur ikki so lítið um íkomnu politisku støðuna fyrrapartin. 

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, og Ruth Vang, forkvinna í Framsókn. 

Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn, ið kann fáa ein lyklaleiklut, um Miðflokkurin fer úr samgonguni. 

Nógvur trafikkur í løgtinginum fyrrapartin. 

Telvingarnar byrjaðu beinavegin fyrrapartin, tá ið tað gjørdist greitt, at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevði koyrt Jenis av Rana, landsstýrismann í menta- og uttanríkismálum, frá. Jørgen Niclasen, fyrrverandi formaður í Fólkaflokkinum, er ein av bestu politisku telvarum í løgtinginum. 

Smílið hjá Akseli V. Johannesen, formanni Javnaðarfloksins, var stórt fyrrapartin. Javnaðarflokkurin stóð seg væl til fólkatingsvalinum og hevur eisini staðið seg væl í øllum veljarakanningum, og flokkurin tykist klárur, um løgtingsval verður útskrivað. 

Steðgurin í løgtinginum fyrrapartin var stuttur hjá Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, ið nú má finna út av, um hann enn hevur eina samgongu, ella um kortini mugu blandast av nýggjum. Ella um løgtingsval skal útskrivast. 

 

Er kopiera