- Tíðindi, mentan og ítróttur
Myndareportasja: Moldvørpan
Tjóðpallurin endar árið við einum nýskrivaðum, føroyskum skemtileiki um tann stóra og ultimativa undirsjóvartunnilin, ið skal binda allar Føroyar saman.
Hans Tórgarð hevur skrivað leikritið til leikin "Moldvørpan", ið verður frumsýndur í annaðkvøld, fríggjakvøldið.
"Størsta avbjóðingin hevur verið at skapa okkara egna fiktiva veruleika, tí leikurin er, so hvørt hann er skrivaður, yvirhálaður av tí politiska veruleikanum uttanfyri," staðfestir Hans Tórgarð læandi.
"Tað verður skotið ígjøgnum allastaðni kring okkum í løtuni."
Leikararnir og leikstjórin vóru í dag savnaðir til seinastu fyrireikingarnar og tillagingarnar, áðrenn leikurin "Moldvørpan" verður frumsýndur.
Myndir: © Bjarni Árting Rubeksen
Hjálmar Dam hevur úr at gera í "Moldvørpuni", tí hann hevur bæði leiklutin sum bankaráðgevi, starvsfólk hjá Taks, Bergstein, Oscar Tango Whisky, innlendismálaráðharri og kriminalpolitisturin Svendsen.
Íslendski Guðjón Pedersen, ið hevur leikstjórnað, situr við síðstu viðmerkingunum, áðrenn leikurin skal sýnast fyri fyrstu ferð alment.
Jenny C. Petersen, stjóri í Tjóðpalli Føroya, hevur verið við til at ment "Moldvørpuna" saman við Hans Tórgarð, Barbaru Hentze í Stórustovu og Hans Paula Tórgarð.
Lagið var gott, tá leikararnir í dag savnaðust í Tjóðpallinum til seinastu venjingarnar áðrenn frumsýningina í annaðkvøld. Erling Eysturoy og Kristina S. Hansen eru í essinum sum ávikavist Valdemar, løgmaður, og Magdalena, fulltrúi í Tinganesi.
Súni Joensen hevur staðið fyri ljóssetingini saman við Boga Eyðunsson Hansen.
"Politikkur er rættiliga skemtiligur, og tað er nakað, ið politikararnir sjálvir hava skyldina av. Í grundini er tað eisini eitt sindur syrgiligt, at tað skal vera so, men soleiðis er tað bara," hugleiðir Guðjón Pedersen, leikstjóri, brosandi.
Erling Eysturoy á veg inn í skuggatilveruna sum Valdemar løgmaður, ið royndir at halda fast um valdið, hóast ein politiskur brotasjógvur fyri og annar eftir hóttir við at máa politiska grundvøllin undan honum.
Ummyndanin í vesaligu umstøðunum á Tjóðpallinum er byrjað. Hans Tórgarð verður til Evald, fulltrúi í Tinganesi, ið eirindaleyst royndir at fjala allar sínar misgerðir, meðan Erling Eysturoy verður til Valdemar, løgmann.
Ummyndanin byrjar við seymiborðið og búnunum, ið sjónleikararnir skulu í.
Sjónleikur er eisini gykl, ið skal leiða áskoðararnar inn í ein pallsettan veruleika. Í "Moldvørpuni" er pallsetti veruleikin ofta veruligari enn veruleikin.
Anna Kristin Bæk hevur sniðgivið búnarnar til leikin.
Nakni veruleikin aftan fyri tjaldið.
Putraði veruleikin.
Sloyfan verður bundin. Laura Joensen fer inn í leiklutin sum Jóhanna, mamma løgmann, ið er vorðin eitt sindur minnisveik við árunum.
Hárið verður slættað. Esther á Fjallinum noyðist at vera kvik við slættijarninum, tí hon hevur fleiri leiklutir at skifta ímillum. Esther er bæði starvsfólk hjá kommununi, skrivari, samferðslumálaráðharri og Petra.
Nicolaj Falck er bara Per, sum ein dagin ikki finnur sín samleika og fer at leita eftir honum. Og so byrjar komedian.
Ein sjónleikur er ongantíð liðugur, men allatíðina í rørslu og støðugari menning og tillaging. Hjálmar Dam verður leikstjórnaður av Guðjóni Pedersen.
Guðjón Pedersen hevur verið í Føroyum og leikstjórnað nakrar ferðir tilsamans, og hann kennir tískil føroysku leikararnar væl.
Plottið í "Moldvørpuni" er einfalt: Per (Nicolaj Falck) fer at leita eftir sínum samleika í bankanum, sum sendir hann víðari í býráðið, sum sendir hann víðari til Taks, sum sendir hann víðari til Innlendismálaráðið – sum hann ikki finnur. Úti í Tinganesi finnur Per tó løgmann, ið kann hjálpa honum – ella kann hann tað?
Svendsen, kriminalpolitistur, er á slóðini av einari stórari muturgølu, ið hevur træðrir upp á ovastu politisku rók.
Valdemar, løgmaður, er undir trýsti. Verður stórtunnilin nú nakrantíð liðugur? Slitnar samgongan? Hvør skal hava heiðurin sum ársins Moldvørpa? Og hvat teskaðu tey um til jólaborðhaldið úti í Tinganesi?
Og hvat er verri, ein senil mamma ella korrupt embætisfólk? Og hvar setur mann eina arkitektoniska perlu?
Svendsen, kriminalpolitistur, kann í útgangsstøðinum virka eitt sindur góðtrúgvin, men tað er ikki bara sum at siga tað at rista hann av slóðini, tá hann fyrst hevur fingið ferilin av onkrum ólógligum.
Evald, fúlltrúi í Tinganesi, hevur tað ikki lætt. Hann roynir at bjarga løgmanni og harvið sær sjálvum. Men so hvørt ein fløkja er greidd, so hómast tann næsta kisan á politisku línuni, ið hóttir við at kvala hann og løgmann.
"Moldvørpan" er ein long røð av snaringum og vendingum, fløkjum og misskiljingum, sum skulu loysast á ein ella annan hátt.
Men áðrenn kabálan kann ganga upp, so skulu øll ígjøgnum grúiliga nógv.
Júst sum fulltrúarnir halda, at nú liggur kabálan, sum hon skal.....
... ja, so vendist alt á høvdið, og tey mugu royna at skava restirnar av politiska grundvøllinum hjá løgmanni og sær sjálvum saman aftur.
Tey, ið eiga hugskotið og handritið, siga, at "Moldvørpan" byggir ikki á nakran ávísan veruleika.
"Persónar og evni í leikinum eru mong og ymisk. Summi hava fleiri ár á baki, og tá heildin varð skrúvað saman fyrr í ár, var tann politiski veruleikin eisini ein annar, enn hann er í dag. Ikki minni óður í høvdinum – men kortini øðrvísi."
Hvat: "Moldvørpan"
Hvar: Tjóðpallur Føroya
Nær: Fríggjakvøldið kl. 19.30 (frumsýning)
|
|







































