Sí myndirnar: Vikuskifti við floymandi nærveru

Hans Petur í Brekkunum, stjóri fyri Føroya Symfoniorkestri, rakti plett, tá ið hann fekk hugskotið at sláa Symfoniorkestrið og bólkin Marius Ziska (Marius) saman. 

2.400 fólk guldu um vikuskiftið 500 krónur fyri at hoyra Marius og Føroya Symfoniorkestur framføra, og breið semja er um, at hatta eru kanska bestu konsertir, ið fólk hava verið til í Føroyum. 

 

"Konsertin í gjár var eitt fantastiskt tónleikaupplivilsi á sera högum stöði! Var púra bergtikin og tikin av bóli, og kenslan livir enn …. og allir dagar við stormi, myrkri, kava og frosti blivu kveistraðir burtur ❤️ takk Marius Ziska og Føroya Symfoniorkestur  v.m ❤️"
(Áhoyrari á Facebook)

 

Myndir: Finnur Justinussen / leit.fo

"Eitt alment fíggjað symfoniorkestur sum Føroya Symfoniorkestur hevur skyldu til eisini at røkka út til eina størri áhoyrarafjøld", sigur Hans Petur í Brekkunum, stjóri í Føroya Symfoniorkestri, um konsertrøðina við Mariusi. 

Tónleikurin hjá Mariusi er sofistikeraður singer/songwritara-poppur, ið krevur alskyns tól og ljóðføri at endurskapa á einum palli. Men tónleikurin var samstundis eisini innbjóðandi fyri Føroya Symfoniorkestur at spæla afturvið til, tí har er eisini luft í tónleikinum, sum Symfoniorkestrið kundi dusa sær í. 

Føroyskur X-faktor. Hjúnini Tróndur Bogason og Eivør Pálsdóttir (við einum eintaki av nýggju Marius-plátuni "Rúm") góvu upp á hvør sín máta sítt ískoyti til, at "Floymandi nærvera" fekk tað flogið, ið konsertrøðin veruliga hevði. Eivør var gestasangari, meðan Tróndur hevði útsett nakrar av sangunum hjá Mariusi, sum blivu framførdir, fyri symfoniorkestur. 

Uppsetingin av "Floymandi nærveru" var stórsligin, og tey, ið ikki fingu høvi at vera til staðar í Norðurlandahúsinum, fáa møguleika at síggja og hoyra konsertina í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. 

Kringvarp Føroya var í Norðurlandahúsinum og skjalfesti konsertina, og konsertin verður sum skilst send á páskum. 

Marius er ein væl samanspældur og samansjóðaður bólkur - bæði á pallinum, men eisini aftan fyri pallin (backstage).

Allan Tausen og Jan Rúni Poulsen fortelja røvarasøgur um sjónvarpshetjuna MacGyver frá áttatiárunum, meðan Eivør er í skellilátri.

"MacGyver kundi gera eina bumbu burtur úr einari hárnál og einari banan."

"Tað er ein stórur heiður at verða biðin um at spæla saman við Føroya Symfoniorkestri," ásannaði Hans Marius Ziska, oddamaður í Mariusi. 

"Hesar konsertirnar eru eitt hæddarpunkt hjá bæði mær og bólkinum. Tað er ein sovorðin "once-in-a-lifetime"-kensla yvir konsertunum."

Allan Tausen og Eivør Pálsdóttir í putrandi nærveru aftan fyri pallin í Norðurlandahúsinum. Av tí, at KvF var og tók konsertina upp, ráddi um ikki at glinsa ov nógv á upptøkunum. 

Putur, upphiting og ein svalandi og fjálturdoyvandi drykkur. 

Eisini limirnir í Føroya Symfoniorkestri vildu síggja gott út á bæði uppi á pallinum og á upptøkunum hjá Kringvarpi Føroya. 

Tann síðsta fínpussingin. Eivør sang millum annað við á sanginum "Reyn", ið er spildurnýggjur og ikki útkomin enn. Samanspælið styttir eisini um stundirnar og leggur ein dempara á ringastu nervarnar. 

Tað er umráðandi at hava røttu raðfylgjuna, áðrenn konsertin byrjar. 

Magnus Johannessen úr Mariusi og Jóhan Hentze og Ólavur Olsen úr Føroya Symfoniorkestri njóta eina stilla løtu áðrenn konsertina. 

Teir røttu nótarnir skulu finnast fram. 

Ljóðførini verða stillað. 

So er klárt hjá Bernhardi Wilkinson, orkesturleiðara, at byrja konsertina. 

Norðurlandahúsið vísti seg frá sínari allarfagrastu síðu í sambandi við "Floymandi nærveru"-konsertrøðini um vikuskiftið. 

Fleiri av kendastu sangum Mariusar eru vorðnir føroysk æviløg (evergreens). Men sveipað inn í heita og stórsligna hamin hjá Føroya Symfoniorkestri fingu tráspældu útvarpshittini nýtt lív.

Tað var, eins og hoyrdi tú sangirnar aftur fyri fyrstu ferð og enduruppdagaði dygdirnar í teimum, ið kanska eru kámaðar eitt sindur burtur í umfatandi endurtøkunum av sangunum millum ár og dag. 

"Eftir konsertina kundi ein bara staðfesta, at tað er flott, at hetta ber til. Upp á allar mátar. Tøkniliga, mentanarliga og listaliga. Mong hava kýtt seg, og tað skal nógv arbeiði til frá øllum pørtum fyri at realisera eina uppliving sum hesa." 
("Tvørlistaligur samljómur", Knút H. Eysturstein, Heilabrim 12. feb. 2023)

Tónlistaliga vakrari par ber valla til at para á einum palli í Føroyum. Hans Marius Ziska og Eivør Pálsdóttir klæddu ómetaliga væl hvørt annað í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið. 

Eivør, sum júst er komin heim av umfatandi konsertferð kring stórar partar av heiminum, sang við á sangunum "Reyn", "Í Aldingarðinum" og "Going Home".

Løturnar við Eivør á pallinum gjørdu eina frammanundan sera góð konsert uppaftur meira gandakenda. Sum tann góða dísin stroyddi Eivør sítt stjørnudust yvir løtuna. 

Bernhardur Wilkinson, orkesturleiðari, leiddi konsertina við tryggari hond. 

Tónleikinum hjá Mariusi klæðir væl strúkarar og hini ljóðførini, ið eru partur av einum symfoniorkestri.

Útsetingarnar av sangunum hjá Mariusi fyri symfoniorkestur, sum Magnus Johannessen, Atli K. Petersen og Tróndur Bogason høvdu gjørt, vóru sera væl frágingnar. 

Einans í heilt fáum støðum bleiv tað kanska eitt sindur ov nógv Disney-filmstónleikur yvir útsetingunum, men tað er torført at koma uttanum, um Symfoniorkestrið við øllum sínum ljóðførum skal koma til sín rætt. 

"Orkestrið gav kanska ikki Mariusi so nógv mótspæl, men var hinvegin ein virkin viðspælari í musikalsku heildini."
("Tvørlistaligur samljómur", Knút H. Eysturstein, Heilabrim 12. feb. 2023)

Kanska kundi Symfoniorkestrið fingið fleiri løtur at spent seg ordiliga út, men tær vóru sanniliga har, fortissimo-løturnar, sum fingu hárini á ørmunum at reisa seg.

Norðurlandahúsið var latið upp, so pláss var fyri 800 standandi áhoyrarunum til hvørja konsert, og tað klæddi húsinum. 

"Eg veit ikki, hvussu tit hava tað, men hetta er eitt vikuskifti, ið eg ongantíð fari at gloyma," segði Hans Marius Ziska, áðrenn hann, Eivør, bólkurin og Føroya Symfoniorkestur endaðu kvøldið við "Going Home".

 

"Heilt einastandandi at uppliva eina slíka konsert í Føroyum har tónleikurin, orð, løg, orkestur, symfoniorkestur og alt arrangera av føroyingum. Sanniliga eru vit rík í tónleiki í Føroyum og var hendan upplivingin ein av teimum allar størstu!"
(Áhoyrari á Facebook)

 

Sangirnir, ið vóru framførdir hetta kvøldið: 

  1. Dansa í náttini
  2. Skuggaspæl
  3. Ongin er orsøk
  4. Síggja av nýggjum
  5. Nærveran
  6. Villingarsjónin
  7. Til kærleikan
  8. Reyn
  9. Í aldingarðin
  10. Falli til jarðar
  11. Meðan vit bíða
  12. Silvurlín
  13. Góðvarin mynd
  14. Aftur til jørðina
  15. Going Home

 

Er kopiera