Áhugin fyri Sandoynni nógv vaksin við tunlinum

Sandoyartunnilin læt upp 21. desember í fjør. Metingin var, at áleið 300 til 400 bilar fóru at koyra gjøgnum tunnilin um samdøgrið.

Myndir: © Bjarni Árting Rubeksen

Nú vísir tað seg, at ferðslan higartil hevur verið nógv størri enn væntað. Í miðal koyrdu 783 bilar í Sandoyartunlinum um samdøgrið í februar.

Niðri á Mølini í Skálavík var gamli handilin. Men á sumri í 2018 læt cafe´in upp.

Síðani er nógv hent. Útbygging er framd, og 10 hotelkømur eru eisini tøk. Tað eru hjúnini Birita Dalsgaard og Martin Karl Olsen, ið reka cafe'ina.

Økta virksemi hevur nú havt tað við sær, at Birita Dalsgaard Olsen hevur valt at brúka alla sína tíð at reka Mølina.

Tey eru ógvuliga spent til fyrstu háárstíð við føstum sambandi. Alt bendir á, at tað verður ein verulig innrás í summar.

Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, letur eisini væl at fyrstu tíðini við føstum sambandi. Tað kemur ikki óvart á hann, at ferðslan er væl størri enn roknað var við. Í grundini væntar Gerhard, at ferðsla fer at økjast enn meir í komandi tíðum.

Borgarstjórin heldur, at Skopun hevur rættiliga nógv at bjóða teimum vitjandi. Men tá talan er um matstovur, kaffistovur og annað, mugu tað vera tey lokalu, ið taka stig til tað.
Í Skopun hava tey valt at hava sína egnu kunningarstovu, Visit Skopun. Gerhard Lognberg sigur, at hann er sera væl nøgdur við arbeiðið, ið verður gjørt har.

Mass Hoydal, leiðari á Visit Sandoy, fegnast um góðu gongdina. Hann heldur tó, at tað hevði verið ein fyrimunur, um øll ferðavinnan í oynni var samskipað á einum stað.

Oyggin hevur nógv at bjóða og tí hevur tað týdning, at vitjandi kunna seg um hesar møguleikar. 

 

 

Er kopiera