- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lýggjasti oktober í 30 ár
Lýggjasti oktober í 30 ár
Miðalhitin var 9,1 stig, mesti hitin var 14,4 stig, og tann minsti var 2,8 stig.

Tað regnaði í 26 dagar í oktober, tilsamans 131 mm.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
06.11.2026 - 08:02
Oktober í ár var lýggjari enn miðaloktober seinastu 30 árini.
Miðalhitin var 9,1 stig, mesti hitin var 14,4 stig, og tann minsti var 2,8 stig.
Miðalhitin var eitt stig lýggjari enn miðalhitin seinastu 30 árini.
Veðurstovan hevur tikið samanum veðrið í oktober.
Regnaði í 26 dagar
Ættin var nógv mest útsynningur vestan.
Nógv lágtrýst vóru. Høgættin var ein rárur gestur saman við landnyrðingi.
Tað regnaði í 26 dagar í oktober, tilsamans 131 mm.
Hetta er tó eitt sindur minni enn miðaltalið fyri seinastu 30 árini, sum er 139 mm.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























