Búnaðarstovan selur nú ullina í ár

Búnaðarstovan selur nú ullina í ár
Freistin at bjóða er 23. november
Ullin verður seld í ballum, sum hvør vigar 250 kg. (Savnsmynd)
 
06.11.2026 - 09:08

Búnaðarstovan selur nú ullina, sum hon fekk í ár. Ullin verður seld í ballum, sum hvør vigar 250 kg.

Talan er um tveir flokkar. Í fyrsta flokki eru 25 tons.

Ullin er í seks náttúrulitum. Tað mesta er hvítt og ljósagrátt.

Ullin í øðrum flokki, 8,5 tons, er ikki skild í litir.

 

Seldu alt til ein keypara í fjør

Freistin at bjóða er 23. november.

Búnaðarstovan skilar sær rætt til at velja tað ella tey tilboð framum, sum samanumtikið hava besta boð uppá alla ullina.

Í fjør seldi Búnaðarstovan alla ullina til ein keypara í Føroyum.

Búnaðastovan vil ikki upplýsa prísin, men hann var nøktandi, var sagt haðani.

Talan var um 33 tons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520