Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í myndum: HOYMA í 10 ár
Í myndum: HOYMA í 10 ár
HOYMA byrjaði sum ein anti-festivalur fyri 10 árum síðani, men er í dag eitt nógv avhildið og avritað tiltak. Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
18.09.2024 - 21:00
Í 10 ár hava gøtufólk latið sínar dyr upp á víðan vegg og verið vertir fyri HOYMA-konsertum.
Í fjør bleiv HOYMA hildið á Gerðavegi ovast í Syðrugøtu í sera góðum, men køldum, heystarveðri, 7. oktober.
Hugskotið við HOYMA var at føra tónleikin aftur til sín reinasta form, har hann verður framborin uttan forstyrking inni í stovuni hjá fólki.
Takin er sprottið burtur úr gomlu føroysku siðvenjunum við húsagongd og roykstovumentan.
Blíðskapurin er og hevur altíð verið sera stórur til HOYMA. Tað er upp til vertirnar sjálvar, hvussu nógv teir gera burturúr, og eingin nýtist fara tystur út aftur.
Konseptið við HOYMA hevur verið neyv tað sama øll 10 árini, tónleikatiltakið hevur verið til. Hóast onkur tónleikanøvn í dag brúka eitt sindur av forstyrking, tá spælt verður, so er andin í tiltakinum hin sami.
Nærveran og nærleikin millum tónlistafólk og áhoyrarar ger stemningin á HOYMA til nakað heilt serligt.
Avbjóðingin hjá tónlistafólkunum at skula kóka tónleikin, ið ofta er væl framleiddur í upptøkuhøli, heilt inn á bein, skerpar framførslurnar til HOYMA.
Umframt at áhoyrarar og tónlistafólk koma tætt upp á hvønn annan, so gevur tann sannroynd, at áhoyrararnir eru gestir hjá ofta fremmandum fólki, eisini tiltakinum eina serliga tign.
Umframt at HOYMA 2023 var eitt tónlistarligt upplivilsi, so var tað eisini eitt arkitektoniskt upplivilsi. Í Syðrugøtu eiga tey ein heimskendan arkitekt, Ósbjørn Jacobsen, ið hevur teknað fleiri av nýggju húsunum á Gerðavegi.
Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, lat eisini sjálvur sínar dyr upp til HOYMA í fjør, har eitt nú Aggrasoppar framførdu í snotiligu stovuni, har tað var fullsett.
Til HOYMA-framførslurnar ber ikki til hjá hvørki tónlistafólkunum ella hjá tónleikinum at goyma seg aftanfyri nakran elektronikk. Tónlistafólkini ganga og sita millum áhoyrararnar, og tónleikur má standa seg uttan nakra forstyrking.
HOYMA-konseptið er einfalt: 10 heim leggja hølir til samanlangt 20 konsertir við 10 tónlistanøvnum, ið spæla tvær konsertir hvørt. Tað kann vera ein avbjóðing at náa alt.
Slóðbrótandi fólkatónleikara-bólkurin Enekk innan av eystara armi á Skálafjørðinum byrjaði sína tilveru við at spæla í lastini í sluppini Høganesi. HOYMA minnir um tað, halda stovnandi limirnir Agnar Lamhauge og Kári Sverrisson.
Til HOYMA ræður fyrst og fremst um at sleppa innum og fáa reyvina niðurat onkustaðni, tí gravgangurin eftir atgongumerkjum til tiltakið eru altíð stórur.
Fyri Elinborg Pálsdóttir, ið er fødd og uppvaksin í grannalagnum við Gerðaveg í Syðrugøtu, var tað serligt at spæla til HOYMA í fjør. "Eg havi trauma frá hesum húsunum, tí eg bleiv einferð stangað av einum veðri her uttanfyri," greiddi hon læandi frá.
Unnustin hjá Elinborg, Jógvan Joensen, ið eisini framførdi til HOYMA í fjør, letur seg sevipa inn í tónleikin.
HOYMA 2023 fer í søguna sum eitt av teimum heilt sterku árunum tónlistarliga. Á skránni vóru Tinganest, Ólavur Højgaard, Aggrasoppar, Hogni, Son of Fortune, Elinborg, Jógvan, Dania O. Tausen, Enekk og Die Færøsche Polkaband.
HOYMA verður í ár leygardagin 21. september í býlinginum Duga í Syðrugøtu. Á skránni eru: Jens Marni Hansen, Die Færøsche Polkaband, Guðrið Hansdóttir, Bárður á Lakjuni, Uni Debess
Knút, Silvitni, Jensia Højgaard Dam, Maria Ljósá og Norðan.
|