- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í myndum: Økistónar komnir fyri at vera
Dánjal á Neystabø, formaður í Tónleikasambandi Føroya, leggur fram á samkomuni í Hotel Hilton, har borgarstjórar í kommununum, ið eru partur av Økistónunum, vóru hjástaddir. (Mynd: Bárður Lydersen)
Borgarstjórarnir í nøkrum av stóru kommununum, ið eru við til at stuðla Økistónum, eitt nú Per Martin Gregersen úr Eysturkommunu, Bjarni Prior úr Vága kommunu og Tórbjørn Jacobsen úr Runavíkar kommunu. (Mynd: Bárður Lydersen)
2025 var eitt royndarár fyri Økistónar, ið hevur víst sítt virði við, at okkurt um 200 konsertir eru fyriskipaðar kring landi við pengum úr skipanini. (Mynd: Bárður Lydersen)
Skipanin er fíggjað á tann hátt, at luttakandi kommunur og landið gjalda ein krónum fyri hvønn borgara í skipanina hvønn mánaða. Her eru umboð fyri størstu og onkrar minni kommunurnar (Mynd: Bárður Lydersen)
22 kommunur luttaka í Økistónum, og tað gevur samlaðu upphæddinia í Økistónunum til 1.272.000 krónur árliga. Marianna Nagata, nevndarlimur í Tónleikasambandi Føroya og samskipari av Økistónum, leggur tølini fram. (Mynd: Bárður Lydersen)
Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, leggur fram vegna kommunurnar. (Mynd: Bárður Lydersen)
Herborg Torkilsdóttir framførdi á samkomuni fyri Økistónum í dag. (Mynd: Bárður Lydersen)
Borgarstjórarnir í Nes og Sørvágs kommunu, Suni í Hjøllum og Eyð Ellingsgaard. Eitt nú eru Økistónar beinleiðis upphavið til, at fyrsta spælistaðið fyri vertsligan tónleik sá dagsins ljós á Toftum í 2025 (Mynd: Bárður Lydersen)
Herborg Torkilsdóttir er ein av virknastu tónlistafólkum í landinum, ið ferðast út í hvønn krók at ramføra. Endamálið við Økistónum er júst tað, at fáa framførslur út um Havnina og út til útjaðaran. (Mynd: Bárður Lydersen)
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Runavík hevur veruliga tikið dik á seg við nógv konsertvirksemi í Løkshøll og Gulu Smiðju. (Mynd: Bárður Lydersen)
Hátíðarløtan var eisini ein gyltur møguleik hjá umboðum fyri tónleikararnar og kommunurnar at hittast og skifta orð. (Mynd: Bárður Lydersen)
(Mynd: Bárður Lydersen)
|
|





























