Fimm dagar fyri valdið (2:2)

bannari
Fimm dagar fyri valdið (2:2)
Eygleiðandi dokumentarfilmur um gongdina í valstríðnum upp undir løgtingsvalið 2008. Seinni av tveimum pørtum
12.10.2008 - 20:00

Tvey upptøkulið fylgdu samgonguleiðaranum Jóannesi Eidesgaard og andstøðuleiðaranum Høgna Hoydal teir seinastu fimm dagarnar í valstríðnum.

"Fimm dagar fyri valdið" er um tveir menn, sum báðir vildu hava makt. Høgni Hoydal var tann, sum mest ótolin bíðaði eftir valinum. Fyri formannin í Tjóðveldi var tað altumráðandi at sleppa burturúr andstøðuleiklutinum og aftur fáa veruligt politiskt vald.

Jóannes Eidesgaard var hinvegin sinnaður at halda fram í somu samgongu, sum tryggjaði honum løgmanssessin. Hóast tvørrandi samstarv seinastu mánaðarnar undan valinum, sá formaðurin í Javnaðarflokkinum framvegis møguleikar í ABC samgonguni millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Fólkaflokkin.

"Fimm dagar fyri valdið" er fyrst og fremst ein persónslýsing, har sjónvarpsliðini fylgdu høvuðspersónunum, sum flugur á vegginum. Tað eru ikki tey einstøku politisku málini, sum eru í fokus.

Filmurin er meira enn nakað annað ein upplivingarferð, sum kann vísa hyggjaranum síður av valstríðnum og politikarunum, sum hann kanska ikki kendi frammanundan. Kringvarpið vísir filmin í tveimum pørtum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070