Sambandsflokkurin bindur frið til ólavsøku

Sambandsflokkurin bindur frið til ólavsøku
Eirikur Lindenskov, viðmerkjari, væntar, at fyribils niðurstøðan verður bert galdandi, til nýggj tingseta byrjar
13.06.2014 - 10:24

- Tað er ov einfalt at siga, at nú valdar politiskur friður, men líkt er til, at avtalan er gjørd milum løgmann og tingmanningina um at binda frið eina løtu. 

Tað sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri og viðmerkjari. Hann vísir á, at løgmaður hevur sagt alment, at málið er bara avgreitt fyribils. 

Eirikur Lindenskov væntar, at flokkurin fer at binda frið í málinum um Jørgen Niclasen til ólavsøku, meðan neyðug mál verða avgreidd.

Men tá nýggj tingseta byrjar, kann nógv henda, heldur Eirikur Lindenskov, sum var gestur í sjónvarpsstovuni í gjárkvøldið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435