Eingin heimild at taka pening fyri kirkjukonsert

Eingin heimild at taka pening fyri kirkjukonsert
Tað vakti ans, at bólkurin Marius tók 100 krónur fyri atgongumerki til kirkjukonsert á Eiði
25.06.2014 - 11:08

Eingin heimild er at taka atgongugjald fyri konsert, sum verður hildin í kirkju, og heimild er heldur ikki at samsýna fyri eitt nú tónleikatiltøk í kirkjuni.

Tað sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur.

Tað hevur vakt ans, at bólkurin Marius tók 100 krónur fyri atgongumerki til eina kirkjukonsert á Eiði, og tí hevur kjak tikið seg upp, hvat sømir seg í kirkjuni.

Jógvan Fríðriksson, biskupur, fer nú upp í málið.

Sí innslag í Degi og Viku og samrøðu við biskup, sum var gestur í sjónvarpsstovuni hjá Finni Koba.

 

 

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844