Leggja skúlarnar í Klaksvík saman í ár

Leggja skúlarnar í Klaksvík saman í ár
19.08.2014 - 09:43

Klaksvíkar býráð hevur samtykt, at skúlin á Ziskatrøð og skúlin við Ósánna skulu leggjast saman og hava eina leiðslu. Nýggjur bygningur verður bygdur, har skúlin á Ziskatrøð er, og hann skal eftir ætlan verða liðugur í 2018.

Skúlin við Ósánna er frá 2010, og skúlin á Ziskatrøð er frá 1961. 

Nógv kjak hevur verið um ætlanina at leggja skúlarnar í Klaksvík saman, men stjórin á Ziskatrøð heldur, at tað verða stórir fyrimunur fyri skúlan á Ziskatrøð at leggja saman við Ósánni.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, veit ikki at siga enn, nær søkt verður eftir leiðslu fyri báðar skúlarnar, men ætlanin er at fara undir tilgongdina at leggja leggja skúlarnar saman í hesum árinum.

 

 

Mynd: Fyrsti skúladagur var eisini í Klaksvík í gjár. Hesi bæði ganga í skúlan á Ziskatrøð, men gongst sum ætlað sleppa tey í nýggjan skúla um fýra ár

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Sunnudag 11. januar
Bolero 11 januar 2026
202494
Sunnudag 11. januar
Akademia: Metaetikkur
202423
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459