- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fara nú at kanna leysar endar í málinum um Pidda
Fara nú at kanna leysar endar í málinum um Pidda
Beinagrindin, sum varð funnin út fyri Ljósá, var av Dánjali Peturi Hansen, vanliga nevndur Piddi
10.09.2014 - 10:52
Nú er staðfest, at beinagrindin, sum varð funnin út fyri Ljósá sunnudagin 31. august, var av Dánjali Peturi Hansen, Pidda.
Ein maður er dømdur fyri at hava dripið Dánjal Petur Hansen, og málið verður ikki tikið uppaftur, men nakrir leysar endar eru framvegis, m.a. hvar líkið av Pidda varð tveitt, sigur Jón Klein Olsen, kanningarleiðari.
Sí innslag í Degi og Viku og samrøðu við Jón Klein Olsen, sum var gestur í sjónvarpsstovuni í gjárkvøldið.
Mynd: Jón Klein Olsen, kanningarleiðari hjá løgregluni
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



















