Dømd og farin av landinum

Dømd og farin av landinum
Fýra av teimum seks Sea Shepherd-fólkunum, sum vórðu handtikin á Sandi, eru ikki longur í Føroyum
10.09.2014 - 08:51

Seks stuðulsfólk hjá Sea Shepherd vórðu handtikin, tí tey løgdu seg út í grindadrápið heima á Sandi leygardagin 30. august, og Føroya rættur dømdi tey at gjalda 1.000 kr. í bót hvør.

Sea Shepherd boðaði beinanvegin frá, at dømdu fólkini fóru ikki at rinda bótina. Og Jógvan Páll Lassen, sakførari hjá Sea Shepherd-fólkunum, sigur, at tey ikki ætla at kæra dómin fyri Eystara Landsrætt. Tað kunnu tey annars søkja um. Og nú eru fýra av teimum dømdu farin av landinum.

Jógvan Páll Lassen sigur, at  Sea Shepherd-fólkini komu til Føroya fyri at royna at steðga grindadrápi, og at tey við dóminum hava fingið júst tað, tey komu eftir.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775