- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útgreina lóg um felags foreldramyndugleika
Útgreina lóg um felags foreldramyndugleika
Karsten Hansen, landsstýrismaður, vil yvirtaka familjurættin, men tað verður neyvan í hesum valskeiðnum
15.01.2015 - 20:20
Nú verður útgreinað, um danska lógin um felags Úoreldramyndugleika skal setast í gildi í Føroyum.
Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum. Heilsumálaráðið yvirtók málsøkið hús,- fólka- og arvarætt, tá Innlendismálaráðið varð niðurlagt.
Karsten Hansen sigur, at skulu stórar broytingar gerast í lóggávuni, er neyðugt, at Føroyar yvirtaka familjurættarliga málsøkið. Miðflokkurin vil at yvirtaka málsøkið, men tað verður neyvan í hesum valskeiðnum, tí politisk undirtøka er neyvan fyri tí, sigur Karsten Hansen
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


















