VIDEO: Barcelona knústi Elche

VIDEO: Barcelona knústi Elche
Eitt sera flott frísspark frá Jeremy Mathieu legði lunnar undir Barcelona sigurin á Elche
AP
16.01.2015 - 08:56

Talan var um ein avgreiðsluspurning fyri FC Barcelona, tá teir spældu steypadyst móti Elche í gjárkvøldið.

Fyrri dysturin á Nou Camp varð vunnin 5-0.

Tí vóru tað eykaleikarar hjá FC Barcelona, sum sluppu at royna seg, men tað gjørdi tó ongan mun, tí Barcelona bukaði Elche.

Jeremy Mathieu skoraði fyrsta málið við einum frálíkum fríssparki, tá 20 minuttir vóru farnir.

Sergio Roberto, sum var besti leikarin á vøllinum, økti fáar minuttir seinni við góðum skoti.

Stutt fyri hálvleik økti Pedro til 3-0 við brotssparki.

Seinni hálvleikur varð ikki nøkur málveitsla, men tað eydnaðist Adriano at økja um leiðsluna hjá FC Barcelona í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat.

Barcelona er farið víðari í sponsku steypakappingini, og skal nú spæla ímóti Atletico Madrid í fjórðingsfinaluni.

Atletico Madrid sendi í gjár Real Madrid úr kappingini. Atletico vann fyrra dystin á heimavølli 2-0, og í gjár spældu teir javnleik 2-2. 

Fernando Torres skeyt bæði málini fyri Atletico Madrid.

 

Kelda: Apvideo

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058