Vit skulu gevast at drepa grind

Vit skulu gevast at drepa grind
Rúni Nielsen, sum hevur verið við til at framleiða grindafilmin, stúrir ikki fyri, at Sea Shepherd fer at brúka hann í sínari herferð
12.01.2016 - 20:45

Rúni Nielsen, sum hevur verið við til at framleiða grindafilmin, ið  verður sýndur í annaðkvøld, vil hava okkum at gevast at eta grind.

Hann vísir á, at grindahvalur er illa dálkaður, og at heilsumyndugleikin mælir frá at eta grind. Hóast nógvir batar eru, er grindadrápið framvegis ikki nóg humant, heldur Rúni Nielsen.

Hann stúrir ikki fyri, at Sea Shepherd fer at nýta grindafilmin í síni herferð móti føroyingum.

- Sea Shepherd dámar ikki meg, tí eg vil hava eitt siðiligt kjak um málið, men teir blaka við runu. Sea Shepherd fer ikki at brúka ein film, sum eg eri partur av, í sínari herferð, sigur hann.

Rúni Nielsen var gestur í Degi og Viku í kvøld.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820