Úr savninum: Spælivinir 2:4

Úr savninum: Spælivinir 2:4
- føroysk røð frá 2001
03.02.2016 - 09:47

Sámal Ravnsfjall. Tann blueskendi vísusangurin er um nakað annað hansara vørumerki. Við sínu sermerktu rødd hevur Sámal Ravnsfjall síðani sjeytiárini verið ímyndin av einum føroyskum rocktroubaduri. Sámal er gestur í sendingini Spæli-vinir, og saman við orkestrinum fer hann at syngja og spæla nýggjar útgávur av kendum klassikarum. Vit fara eisini at hoyra meira um hansara tónleikalív, og vit skulu síggja gomul sjónvarpsklipp við Sámali. Í húsorkestrinum eru frægir menn: Kim Hansen, Rógvi á Rógvu, Herluf Lützen og Edvard Nyholm Debess. Vertur: Edvard Nyholm Debess. Lagt til rættis: Ivan Niclassen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV