Kristina Háfoss fer ikki at viðgera skattamálið

Kristina Háfoss fer ikki at viðgera skattamálið
Landsstýriskvinnan undrast á orðini hjá nevndarformanninum, sum vísir til danska lógargrein um frádráttin
18.02.2016 - 20:09

Kristina Háfoss ætlar sær ikki inn í málið um skattafrádráttin og sigur, at tað eigur TAKS. Hon váttar, at hon hevur fingið bræv frá Fíggjarligum støðufesti um málið, og at Fíggjarmálaráðið hevur sent tað víðari til TAKS.

Men Kristina Háfoss undrast á, at Torben Nielsen, nevndarformaður, í samrøðu við Berlingske Business, vísir á eitt responsum, Eik hevur fingið gjørt, ið sigur, at sambært donskum skattarætti er skattafrádratturin í lagi, men at sama lógargrein IKKI í føroyskum skattarætti.

Torben Nielsen sigur í Berlingske Business, at "Ligningsloven § 7B er ikke implementeret i færøsk skatteret, men derfor kunne man godt forestille sig, at man vil agere, som om den var det".

Hetta undrast Kristina Háfoss á, men hon veit ikki at siga, um tað er tað, ið er hent, at TAKS hevur givið EIK skattafrádrátt eftir eini danskari lógargrein, sum ikki er galdandi í Føroyum?

 Áðrenn hon gjørdist landsstýriskvinna, sat Kristina Háfoss í eini nevnd hjá TF Holding, ið eigur EIK Banka, men hon heldur ikki, at tað gera hana ógegniga at hava ábyrgdina av TAKS í hesum máli.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040