Neyðugt við einari leiðslu í heilsuverkinum

Neyðugt við einari leiðslu í heilsuverkinum
Bjarni Hammer og Kristin Michelsen eiga at bíða eftir tilmælinum, sum nú verður gjørt um heilsuverkið, sigur Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini
26.02.2016 - 21:11

- Tað er óheppið at raðfesta okkara sjúkrahúsverk eftir politiska landslagnum í staðin fyri at taka atlit at heilsu og trygd.

Tað sigur Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini, nú Bjarni Hammer og Kristin Michelsen, samgongutingmenn, krevja meiri pening til Suðuroyar Sjúkrahús.

- Hetta er aftur ein grundgeving fyri, at vit skulu hava eina leiðslu fyri alt sjúkrahúsverkið, sum ger fakligar metingar, sigur hon.

Ruth Vang sigur, at hon bíðar eftir tilmælinum frá arbeiðsbólkinum, sum er settur at gera tilmæli um, hvørjar funksjónir skulu vera á hvørjum sjúkrahúsi, og hon mælir til, at Bjarni Hammer og Kristin Michelsen eisini bíða eftir hesum tilmælinum, sum kemur tíðliga í summar.

Ruth Vang var gestur í Degi og Viku í kvøld.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161