Deloitte: Eik hevur rætt til frádráttin

Deloitte: Eik hevur rætt til frádráttin
Eik hevði rætt til skattafrádráttin á góðar 90 milliónir krónur. Tað er niðurstøðan í einum uppriti, sum grannskoðaravirkið Deloitte hevur skrivað
28.04.2016 - 19:45

Stórt trýst var Eik áðrenn aðalfundin hjá eigaranum av bankanum, TF Holding, í farnu viku. Tí dagarnar frammanundan var komið fram, at uttanhýsis grannskoðararnir hjá Eik - líka síðan mars 2013 - høvdu gjørt bankan varugan við, at grannskoðararnir ikki tóku undir við, at bankin hevði rætt til at taka sær ein skattafrádrátt, sum varð staðfest í samband við niðurskrivingar av ognum og skyldum í gamla Eik.

Men áðrenn aðalfundin hevði Eik fingið eitt upprit frá Deloitte, sum kom til niðurstøðuna, at Eik hevði rætt til frádráttin.

Eik letur ikki almenningin fáa innlit í uppriti, men í dag slapp Kringvarpið loksins at lesa uppriti - undir eftirliti í einum afturlatnum rúmi í Eik. Tað var ikki loyvt at taka myndir ella skriva nakað niður, meðan uppritið var lisið.

 

Munur á tulkingunum

Niðurstøðan hjá Deloitte víkir frá niðurstøðunum hjá KPMG og Spekt. Avgerandi munurin er útgangsttøði fyri nýggju niðurstøðuni er, at var yvirtøkan av ognum og skyldum frá gamla Eik til nýggja Eik var at rokna sum ein handil millum tveir sjálvstøðugar partar. Tá ein handil verður gjørdur millum tveir sjálvstøðugar partar, er rætti prísurin tann, sum ein sjálvstøðugur partur á marknaðinum til ein hvørja tíð rindar fyri at yvirtaka ávísar ognir og skyldur. 

Her er munur í mun tulkingarnar hjá KPMG og Spekt.


Sambært teirra tulking er ikki talan um ein handil millum tveir sjálvstøðugar partar. Ognirnar hjá gamla Eik, sum tá var yvirtikin av Fíggjarligum Støðufesti, vóru fluttar yvir í eitt dóttirfelag hjá Fíggjarligum Støðufesti, og tí er talan um viðurskiftir, sum øll eru knýtt at Fíggjarligum Støðufesti.

 

Schwartz svarar ikki

​Kringvarpið hevur í fleiri dagar roynt at fáa eina viðmerking frá Súna Schwartz Jacobsen, stjóra í Eik um fleiri óvissur í samband við skattamálið. Men tað ber ikki til at fáa samband við stjóran í Eik.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juli
Hin rusuti á Aconcagua (1:10)
177585
Týsdag 2. juli
3-2 (2. juli 2024)
177572
Týsdag 2. juli
Litir og ljómur - teknmálstulkað
63109