Sleppa ikki av við bummgjaldið

Sleppa ikki av við bummgjaldið
Vágafólk fóru aftur til hús sum av torvheiðum eftir fund við Henrik Old, landsstýrismann, í dag
07.03.2017 - 20:22

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum royndi í dag at sissa vágafólk, sum hava hótt við at stevna landsmyndugleikunum, verður bummgjaldið í Vágatunlinum ikki strikað.

Men fundurin broytti einki.

Landsstýrið heldur fast um, at sambært lógini er Vágatunnilin ikki afturgoldin, fyrr enn partapeningurin, sum landið sett í felagið, eisini eru goldin aftur.

Harafturat skulu pengar eisini brúkast til viðlíkahald, og tí verður bummgjaldið ikki strikað.

Henrik Old, landsstýrismaður sigur tó, at talan kann verða um at lækka tunnilsgjaldið.

Vágafólk taka ikki undir við lógartulkingini hjá landsstýrinum og arbeiða víðari við ætlanini um at stevna landinum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454