Við kavaplógv frá Kollafirði til Vestmanna

Við kavaplógv frá Kollafirði til Vestmanna
Fólk hjá Landsverki hava grivið vegirnar síðan tíðliga í morgun. Her er brot frá kavaplónni, sum gravaði millum Kollafjarð og Vestmanna fyrrapartin
08.03.2018 - 12:13

Tað hevur kavað nógv í nátt og í morgun, og Landsverk hevur stongt nógvar vegir, meðan teir hava grivið. Eitt nú hevur Oyggjarvegurin, Gjáarvegurin og vegurin um Velbastaðháls verið stongdur. 

Kavaplógvin, ið koyrir millum Kollafjarð og Vestmanna, hevur verið úti síðani klokkan 5 í morgun, og vit fóru ein túr við fyrrapartin í dag. Tá var framvegis nógv jarðrok. Landsverk heitir á bilførarar um at koyra varliga.

Tað var Óluva Zachariasen, sum var og gróv kava saman við Sonnhard Dalfoss frá Landsverki.

Enn hált um alt landið

Landsverk sigur um koyrilíkindini nú, at tað enn er hált um alt landið.

Tað er ikki koyrandi til Gjáar og Syðradals, men nú er koyrandi úr Havn til Kirkjubøar og Gomlurætt.

Eisini er koyrandi til Velbastaðar eftir gamla vegnum. Tað fýkur illa um Velbastaðháls.

Á Oyggjarvegnum er koyrandi til Norðadals úr Kollafirði.

Tað er nógv jarðrok í ælunum. Annars verður heitt á bilførarar um at koyra varliga.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678