SAS avlýst ella útsett 25 ferðir í ár

SAS avlýst ella útsett 25 ferðir í ár
Vantandi atgongd til RNP-skipan ger, at SAS-flogfarið fær ikki sett seg í Vágum, tá mjørki er.
12.07.2018 - 20:16

25 ferðir er ferðin antin avlýst ella útsett sambært Miðlastjóranum hjá SAS, Mariam Skovfoged.

Vága Floghavn vil hvørki vátta ella avsanna tølini. Stjórin í Vága Floghavn, Gudny Langgaard, sigur seg ikki vilja lata hagtøl um kundar, og hon vil heldur ikki gera fleiri viðmerkingar.

Fleiri eru komin illa fyri seinastu vikuna, tí SAS ikki hevur flogið sum ætlað. Eitt nú tá SAS vegna mjørka mátti avlýsa flogferðina, sum B36-liðið skuldi við, tá teir skuldu til Gibraltar at spæla Evropa Leauge-dyst síðst í juni. 

Flogfelagið SAS viðurkennir, at tað er ikki nóg gott, at tey noyðast at avlýsa ella útseta ferðir til Føroya, tí flogfarið fær ikki sett seg, tá mjørki er í Vágum.

Høvuðsorsøkin er, at SAS bíðar eftir, at Trafikstyrelsen skal geva flogfarinum atgongd til RNP-skipanina. Ein skipan, sum kappingarneytin hjá SAS, Atlantic Airways, brúkar í innflúgvingini til Føroyar. 

Vága Floghavn hevur goldið fyri skipanina, og Atlantsflog hevur keypt sína egnu. SAS hevur tó ikki fingið atgongd til skipanina hjá Vága Floghavn enn.

Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá Trafikstyrelsen í dag.

Gev gætur: Í innslagnum verður sagt, at SAS hevur flogið 600 ferðir til og úr Føroyum í ár. Talið, sum Kringvarpið fekk upplýst frá SAS, er ikki rætt. Rættað talið er okkurt um 300.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523