At lata Almannaverkinum fleiri íbúðir loysir einki

bannari
At lata Almannaverkinum fleiri íbúðir loysir einki
Tað leingir bara bíðilistan, sigur stjórin í Bústøðum, Andras Róin
15.10.2018 - 20:17

Almannaverkið hevur, sum er, rætt til fimtu hvørja íbúð, sum Bústaðir byggja.

Nú skjýtur Javnaðarflokkurin upp, at Almannaverkið skal fáa rætt til fjórðu hvørja íbúð, og Almannaverkið og Bústaðir skulu samstarva um ein bráðtørvslista.

Men at lata Almannaverkinum fleiri íbúðir burturav, er eingin loysn, sigur Andras Róin, stjóri í Bústøðum.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í bústaðarmálum, væntar ikki, at bústaðartørvurin verður nøktaður fyrr enn um tvey ella trý ár.

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur, at kommunurnar skulu ikki sjálvar byggja leigubústaðir, men tær skulu selja jørð til privatar at byggja leigubústaðir á.

Annika Olsen var gestur í Degi og Viku í kvøld.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860