Hitaskipanin riggaði ikki

Hitaskipanin riggaði ikki
Næmingar og lærarar fingu frí á Glasi í dag. Ólag var á hitaskipanini, og tí var kalt á skúlanum.
03.12.2018 - 12:03

Næmingar og lærarar møttu í morgun til ein ísakaldan skúla. Sambært rektara, Boga Bech Jensen, var tað hitaskipanin, sum ikki riggaði. 

- Hitaskipanin var uppi at koyra aftur í gjár, men so datt stýringin út í nátt, og bygningurin hevur ikki nátt at blíva heitur aftur, sigur Bogi Bech Jensen, sum tíðliga í morgun tók avgerð um at senda næmingar og lærarar heim. 

Tað er ikki í øllum stovum, at kuldin er ein trupulleiki, men heldur enn at avlýsa ávísar tímar í ávísum hølum, valdi rektarin at binda um heilan fingur og avlýsa alla skúlagongd. 

Sambært Boga Bech Jensen riggar hitaskipanin aftur, og tí verður skúlagongd aftur í morgin. 

Landsverk sigur í tíðindaskrivi, at Landsverk hevur verið í sambandi við veitaran, sum fer at gera alt fyri, at eitt slíkt brek ikki endurtekur seg.

Í tíðindaskrivinum sæst eisini, at brekið onki hevur at gera við trupulleikarnar, ið annars eru á Glasi, sum eisini hava verið umrøddar í fjølmiðlunum seinastu vikurnar.

Eisini stendur í tíðindaskrivinum, at alt arbeiði á Glasi liggur stilt í løtuni og fer at gera tað, til Løgtingið hevur samtykt eykajáttan, so verkætlanin kann halda fram og gerast liðug.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870