80'ara nostalgi: Harald surfar á Synth Wave

80'ara nostalgi: Harald surfar á Synth Wave
Synth Wave eitur ein nýggj tónleikasjangra, sum tekur útgangsstøði í filmstónleiki frá 80'unum. Harald í Kálvalíð hevur tikið hana til sín.
15.02.2019 - 16:35

Miami Vice, Terminator, Big Trouble in Little China.

Listin yvir kult-seriur og filmar frá 80'unum er endaleysur.

Ert tú barn av 80'unum, so fært tú ivaleyst eina nostalgiska kenslu, tá tú hoyrir temaløgini til filmarnar.

Eyðkendi synth-tónleikurin er inni í hitanum aftur.

Sjangran eitur Synth Wave og livir sítt egna lív í kjallarum kring heimin, har tónleikanørdar gera tónleik.

Ein teirra er Harald í Kálvalíð, sum situr í Vestmanna.

Sí alla sendingina Lyst

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860