- Tíðindi, mentan og ítróttur
"Mogging" ársins orð í enskt talandi londum

"Lost in translation" eitur kendur, romantiskur skemtifilmur frá 2003, við Bill Murray og Scarlett Johansson í høvuðsleiklutunum.
Týtt til føroyskt, so merkir "lost in translation", at týdningurin av einum orð ella einari útsøgn er blivin burtur í týðingini úr einum máli til eitt annað.
Tað kunnu føroyingar nokk skriva undir uppá, nú tað er greitt, at ársins orð í enskt talandi londum, sambært Collins English Dictionary, er "mogging".
Ikki eitt orð, ið fólk her á landi lættliga taka upp á tungu, tí týdningurin av orðinum á føroyskum er so ítøkiligur.
At vera betri
Eins ítøkiligur er týdningurin av "mogging" tó ikki í enskt talandi londunum, tí kendi fjølmiðilin CNN setir spurningin: Hvat merkir "mogging"?
Orðið er slang og merkir at bera av ella at vera nógv betri enn onkur annar - at outshina, sum tey ungu í Z- og Alpha-ættarliðunum vildu sagt.
Tað verður hildið, at upprunin hjá orðini kemur av stavorðinum "AMOG", sum á enskum stendur fyri "alpha male of the group." Hetta er blivið brúkt millum kropsvenjarar um tann, ið kropsliga best fyri í venjingarhølinum.
Orðið er so við tíðini blivið eitt sagnorð, sum verður brúkt, tá tú heldur teg hava gjørt okkurt ordiliga væl, men onkur annar bara hevur gjørt tað betur. Eitt nú um tú hevur støðulyft 100 kilo, meðan tann við síðuna av lyftir 200 kilo.
So ert tú vorðin "mogged".


























