G! høvuðsnavn nummar eitt í Bretlandi

G! høvuðsnavn nummar eitt í Bretlandi
G! aktuelli skotski sangarin og sangskrivarin, Lewis Capaldi, liggur í løtuni nummar eitt á bretska hittlistanum við sanginum "Someone You Loved"
03.03.2019 - 15:26

Nógv bendir á, at tað verður ein nýklækt heimsstjørna, sum trínir á pallin á Gøtusandi í sambandi við ársins G! festival. 

22 ára gamli Lewis Capaldi, sum kemur at framføra á G! festivalinum, er nevniliga nummar eitt á bretska hittlistanum við sanginum "Somone You Loved". 

Lewis Capaldi, sum er skoti, verður roknaður sum næsta heilt stjóran bretska stjørnuskotið. Hann er millum annað á forsíðuna á nýggjasta útgávuni av danska tónleikatíðarritinum Gaffa, og í summar fer hann eisini á stóra konsertferð saman við navnframa Ed Sheeran.

Sjálvur tekur ungi tónlistamaðurin tó nýggjheitina við einum skálkabrosi. "Nú eri eg offisielt ein one hit wonder," staðfestir Lewis Capaldi í heilsan til sínar fjepparar á sosialu miðlunum. 

Les grein um Capaldi í Gaffa:

GAFFA-Prisen-aktuelle Lewis Capaldi opnår kæmpe karrieremæssig triumf

Og tú kanst lesa nýggjasta Gaffa á netinum:

GAFFA, marts 2019

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334