Sigldi á land í gjárkvøldið

Sigldi á land í gjárkvøldið
Eingin mansskaði hendi, tá uppsjóvarsjóvarskipið Arctic Voyager sigldi á land norður á Enni í Fuglafirði um hálvgum tólv tíðina í gjárkvøldið
Mathias Dimon Næs
04.11.2019 - 09:44

Skipið hevði júst landað og á var á veg avstað, tá tað á rendi á land. Brimil var staddur á Fuglafirði tá Arctic Voyager fór á land, og bjargingarbáturin Ziska var eisini skjótur á staðnum og hjálpti til. Tað vóru bara fýra mans umborð á Arctic Voyager, tá hann sigldi á land, og teir kláraðu uttan hjálpt at fáa skipið avaftur.

              Les eisini: Artic Voyager rent á land í Fuglafirði

Sambært keldum á staðnum, so var eingin mansskaði, og tað letur til, at skipið er sloppið rættiliga væl frá tilburðinum, tí sjógvur er bara komin inn í tað, sum sjómenn rópa astik-rúmið. Hetta er eitt rúm heilt frammi í gron við sjálvt kúlustevnið. 

MRCC upplýsir í morgun, at kavarar fóru niður at kanna botnin beinavegin, og aftur nú í morgun eru teir niðri fyri at kanna botnin nærri.

Arctic Voyager er heimahoyrandi í Hvalba. Skipið fiskar bæði svartkjaft, makrel og sild. Tað mesta er menningarkvotur, og skipið hevur 13 ymisk fiskiloyvi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891