Jóannes og Jóannes eru klárir

Jóannes og Jóannes eru klárir
Eftir føroyameistaraheitið við KÍ, eru Jóannes Bjartalíð og Jóannes Kalsø til reiðar at arbeiða fyri landsliðið
13.11.2019 - 15:49

Jóannes Bjartalíð og Jóannes Kalsø Danielsen hava havt nakrar frálíkar fótbóltsvikur. Fyrst eydnaðist teimum báðum at spæla seg inn í landsliðshitan av álvara, og síðan vóru teir við til at tryggja KÍ sítt fyrsta FM-heitið í 20 ár.

Sum um tað ikki var nóg mikið, so vann Jóannes Bjartalíð heiðurin sum ársins spælari og ársins miðvallari, meðan Jóannes Kalsø Danielsen kundi kalla seg ársins verjuleikara.

Hava gott mót

Teir báðir hava kortini ikki lagt seg upp afturá. Teir eru aftur við í landsliðshópinum hjá Lars Olsen hesa ferð til dystirnar móti Noreg og Svøríki

Teir vilja fegnir gera sítt til, at Føroyar – og kanska serliga Lars Olsen og Atli Gregersen, sum gevast sum ávíkavist venjari og spælari – fáa tveir góðar dystir til endans.

– Vit hava gott mót. Tað er fyrst og fremst hugburðurin, ið skal bera okkum og tað harða arbeiðið, og so má hitt koma, segði Jóannes Bjartalíð undan venjingini á Sundby Idrætspark.

Fara víðari til Oslo hósdagin

– Eg haldi eisini, at tað hevur týdning, at vit vísa komandi landsliðsvenjaranum, hvat hann hevur at arbeiða við, og vit, sum eru í hópinum, skulu gera ein góðan innsats, segði Jóannes Kalsø Danielsen.

Føroyska landsliðið hevur vant í Danmark í nakrar dagar, og hósdagin gongur leiðin víðari til Oslo. Dysturin móti Noreg verður spældur fríggjadagin klokkan 17:00.

Síðsti dysturin í EM-undankappingini verður spældur móti Svøríki mánadagin klokkan 19:45. Kringvarpið vísir báðar dystirnar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210