Bakkafrost sett á reyðalista í Russlandi

Bakkafrost sett á reyðalista í Russlandi
Bakteriur er funnar í laksi, og tí kann virkið á Glyvrum ikki selja til russiska marknaðin fyribils
28.01.2020 - 10:31

Bakkafrost hevur fingið at vita, at óynsktar bakteriur eru funnar, og tað er orsøkin til, at heilsufrøðiligu myndugleikarnir í Russlandi hava sett laks av virkinum á Glyvrum á reyðalista.

Tað merkir, at laksur haðani fyribils ikki kann seljast á russiska marknaðinum.

Bakkafrost hevur útflutt laks til russiska marknaðin seinastu tíggju árini fyri eina hálva milliard krónur um árið í meðal.

Okkurt árið er sølan til Russlands komin upp á 700 milliónir, men í fjør var hon hálvt triðja hundrað milliónir.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585