- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiða við at broyta epidemilógina
Arbeitt verður í løtuni við at broyta epidemilógina, so hon fer at geva myndugleikunum heimild at geva boð, heldur enn tilmælir- um átøk í samband við korona smittuna.
Jógvan Páll Lassen, advokatur greinar broytingarnar, sum fara at koma.
RÆTTING (19. mars kl. 15:17). Í innslagnum sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur, at epidemilóggávan áleggur fólki eina fráboðanarskyldu, vita tey um fólk við korona-smittuni. Løgreglan hevur síðani gjørt varug við, at tað er ikki rætt. Korona-virusið Covid-19 er ikki á listanum yvir sjúkur, sum áleggja okkum at boða myndugleikunum frá. Tað finnast tveir slíkir listar, ein fyri "alment farlige sygdomme" og ein fyri "øvrigt smitsomme og andre overførbare sygdomme". Fráboðanarskyldan fevnir um fyrra listan - og korona-virusið er á seinna listanum. Jógvan Páll Lassen váttar, at bland kom í hesar báðar listar, tá hann úttalaði seg til Dag & Viku í gjárkvøldi.



















