Gera verjugarð um tey eldru

Gera verjugarð um tey eldru
Meðan samfelagið letur meira upp, verður avleiðingin fyri tey eldru á ellisheiminum ein meira afturlatin gerandisdagur.
12.06.2020 - 19:29

Á heimatænastuni í Vágum óttast tey fyri, at almenni verjugarðurin um tey eldru ikki er nóg tryggur.

Fyribils vilja tey ikki hava avvarandi á vitjan, uttan at tey hava verið í sóttarhaldi fyrst.

Hetta hevur eisini við sær, at starvsfólk helst skulu vera heima í eina viku, áðrenn tey koma aftur til arbeiðis, um tey hava verið uttanlands.

Í løtuni verður arbeitt við tilmælum um, hvussu tey skipa seg á bestan hátt á eldraøkinum, nú mørkini verða latin upp.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Hósdag 7. mai
Breddin: Ójavni
208015
Hósdag 7. mai
Ein løta við arbeiðaraskaldinum
208012
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904