Ferðafólk eiga at rinda sjálvi

bannari
Ferðafólk eiga at rinda sjálvi
Í andstøðuni vilja tey ikki, at landskassin rindar fyri at kanna ferðafólk fyri koronu
11.08.2020 - 19:21

Higartil hevur landið borið kostnaðin fyri at kanna ferðafólk fyri koronu, tá ið tey koma til Føroya.

Í fyrsta umfari var hetta galdandi til nú fríggjadagin, 14. august. Tað er framvegis ikki greitt, hvør skal rinda fyri kanningarnar eftir tað.

Landsstýrið hevur higartil játtað 10 milliónur krónur til at kanna ferðafólk fyri koronu tá tey koma til Føroya.

Um ferðafólkini sjálvi skulu rinda fyri koronukanningarnar, skal landsstýrið hava eina heimild til tað.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur í stuttari viðmerking í dag, at einki nýtt er í málinum, tí seinastu dagarnar hevur landsstýrið verið upptikið av at steðga smittuútbreiðsluni innanlands

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373