- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tingfólk kjakast um Atlantsflog
Atlantsflog er hart rakt at koronakreppuni, eins og flogferðslan er minkað í flest øllum londum í heiminum. Seinastu vikurnar hevur tjóðarflogfelagið verið í brotasjógvi orsaka av uppsagnum, sum vórðu framdar í vár, har áleið 100 starvsfólk hjá Atlantsflogi mistu starvið.
Tingfólkini Christian Andreasen og Bjørt Samuelsen skifta orð um støðuna, og um eitt alment partafelag eigur at taka onnur atlit enn bert tey fíggjarligu.
Sí kjakið við at trýsta á pílin á myndini.
Dagført 27.08.2020
Tingmaðurin Christian Andreasen, sum týskvøldið var í sjónvarpsstovuni og kjakaðist um atburðin hjá Atlantsflogi í sambandi við uppsagnir og setanir, er sjálvur advokatur fyri Atlantsflog í einum uppsagnarmáli.
Kringvarpið var ikki vitandi um hetta, tá Christian Andreasen var boðin í sjónvarpsstovuna, men hevur í dag fingið skjalprógv fyri, at so seint sum 22. august - also fyri einari viku síðani - hevur Christian Andreasen umboðað Atlantsflog í málinum.
Talan er um málið um uppsagnirnar av teimum flogternunum, sum vóru álitsfólk vegna danska fakfelagið Flyvebranchens Personale Union og kortini vórðu uppsagdar í fjør. Fakfelagið hevur lagt sak móti Atlantsflogi í tí málinum, og advokatur hjá Atlantsflogi er Christian Andreasen.
Christian Andreasen sigur, at hesi viðurskifti onki hava við hvørt annað at gera, og at hann annars fleriri ferðir hevur luttikið í yvirskipaðum kjaki um Atlantsflog. Hetta heldur hann seg hava fullan rætt til, og Christian Andreasen heldur IKKI, at tað var neyðugt at upplýsa fyri Kringvarpinum ella hyggjarunum, at hann umboðar Atlantsflog í starvsfólkaviðurskiftum.


















