Leiklistakvinnan Gunnvá Zachariasen fær Mentanarvirðisløn landsins 2026

Leiklistakvinnan Gunnvá Zachariasen fær Mentanarvirðisløn landsins 2026
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur júst handað leiklistakvinnuni Gunnvá Zachariasen størstu mentanarvirðisløn her á landi, Mentanarvirðisløn landsins
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.10.2026 - 21:00

Leiklistakvinnan Gunnvá Zachariasen er í kvøld heiðrað við Mentanarvirðisløn landsins 2026. 

Hetta er júst avdúkað á samkomu í Messuni í Sørvági, sum Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, er vertur fyri. 

Í grundgevingini, fyri at lata Gunnvá Zachariasen mentanarvirðisløn landsins, segði Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, millum annað, at Gunnvá Zachariasen hevur verið ein drívmegi í føroyskari palllist í meira enn 25 ár.

"Síðani Gunnvá Zachariasen í 2000 varð útbúgvin sjónleikari frá Statens Teaterskole í Keypmannahavn, hevur hon virkað sum yrkissjónleikari, leikstjóri, framleiðari, undirvísari og fyriskipari í Føroyum og uttanlands."

 

LES EISINI: Gunnvá Zachariasen: "Vit mugu tora at seta orð á upphav okkara"


Gunnvá Zachariasen í pallsetingini til einaleikin Upphav (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Tvazz er einki tvass

Í 2006 var Gunnvá við til at stovna Leikfelagið Tvazz, har hon er listaligur leiðari, og tað er eisini har, ið Gunnvá hevur útmerkað seg, heldur dómsnevndin.

"Tvazz hevur síðan framleitt eina røð av djørvum og listarliga krevjandi verkum og hevur verið við til at víðka um føroyska palllist bæði í Føroyum og á altjóða pallum. Leiklistakavinnan hevur í sínum arbeiði troytt fleiri spennandi samstørv við onnur.

Dómsevndin vísir á, at framleiðslurnar hjá Tvazz vísa eitt stórt listarligt fjølbroytni.

"Verk sum Køksdrotningarnar, Fundamentalisturin, 4.48 Psykosa, Tey óndu, Stovugenturnar, Deyðadansurin 3.0 og pallsetingin av Ó – søgur um djevulskap hava flutt mørk og skapað spennandi upplivingar fyri áskoðarafjøldina."

SÍ EISINI: Upphav: "Tær, ið eftir sótu", Dagur og vika-innslag frá 6. oktober 2025


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Upphavið týdning

Umframt leiklistina, so hevur Gunnvá Zachariasen eisini havt leiklutir í føroyskum filmsframleiðslum, millum annað í Trom og komandi filminum Verdandi, har hon hevur ein av høvuðsleiklutunum.

Í løtuni er Gunnvá millum annað á palli við einrøðuleikinum "Upphav" í samstarvi við Leikhús Skift. Leikurin hevur í Danmark vunnið virðisløn sum besta nýggja leikverk, ið hevur annað mál enn danskt sum uppruna. Upphav er eisini valt til at vera besta gestaspæl í Danmark leikárið 25/26.

Fyri sítt ótroyttiliga og dygdargóða arbeiði sum yrkissjónleikari og fyri at lyfta føroysku leiklistina upp á hægstu tindar fær Gunnvá Zachariasen Mentanarvirðisløn landsins 2026.

Mentanarvirðisløn landsins er 150.000 krónur og verður latin føroyskum mentafólki sum viðurkenning og tøkk fyri eitt serligt listarligt avrik.

 
 

Sí eisini innslag um "Upphav", sum var í Degi og viku 6. oktober 2025:

20251006_UPPHAV_TAR_ID_EFTIR_SOTU

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329