Vildu hava størri og greiðari skilnað í 2018

Vildu hava størri og greiðari skilnað í 2018
Ætlanin at skilja partafelagið NET frá Føroya Tele samtakinum hevur verið leingi ávegis.
08.09.2020 - 19:16

Í 2018 tók táverandi landsstýrismaður í vinnumálum stig til ein størri og greiðari skilna millum NET og restina av Føroya Tele-samtakinum, tá ið hann koyrdi stjóran Jan Ziskasen frá sum nevndarformann í NET.

Undanfarna landsstýrið arbeiddi ikki við einari beinleiðis ognarligari sundurskiljing.

Men Poul Michelsen vildi gera skilnaðin millum NET og restina av samtakinum bæði størri og greiðari.

Í fyrsta umfari við at umskipa nevndina.

Í apríl 2018 varð Jan Ziskasen koyrdur frá sum nevndarformaður og slapp at halda fram sum nevndarlimur.

Í mai í ár varð hann so koyrdur úr nevndini.

Vilja einki siga í dag

Kringvarpið hevur spurt Føroya Tele, hvat tey hava gjørt fyri at gera skilnaðin millum NET og restina av Føroya Tele greiðari.

Eitt nú, hví ein grannskoðarafrágreiðing varð gjørd um hesi viðurskifti í januar 2018, hvørjar niðurstøður hon kom til og hvat er broytt síðani tá.

Men eingin í samtakinum vil siga nakað, fyrr enn viðurskiftini hjá forstjóranum og nevndarformanninum eru avgreidd við landsstýrið, seinni í vikuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373