Vinnulívið skal hjálpa SEV

Vinnulívið skal hjálpa SEV
Pengasterku fyritøkurnar í Føroyum skulu hjálpa SEV at náa málinum um grøna elorku í 2030
SEV vil hava privatar pengarisar at hjálpa sær við útbyggingunum
18.09.2020 - 19:56

Leiðslan í SEV vil hava privatu vinnuna at vera við til at byggja eina stóra vindmyllulund eystan fyri Nólsoynna. Stjórin í SEV ræðist ikki kravið um avkast frá privatu fyritøkunum.

Fyri fimm árum síðani vann SEV umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum. Hetta var fyri ætlanina um, at øll el-framleiðsla í Føroyum skuldi gerast grøn í 2030.

Tá - í 2015 framleiddi SEV 60 prosent av streyminum úr varandi orkukeldum og hini 40 prosentini úr olju. Nú, fimm ár seini, er myndin vend á høvdið. Nú framleiðis SEV 60 prosent av streyminum úr olju og bara 40 prosent úr varandi orkukeldum. Tað vil siga, at grøna framleiðslan er tann sama, sum hon var fyri umleið 10 árum síðani.

Hetta kemst av, at el-nýtslan í Føroyum er økt munandi seinastu árini.

Ymsu útbyggingarætlanirnar - serliga vindmylluverkætlanirnar -  seinastu árini eru bæði seinkaðar og minkaðar í vavi orsakað av kærum og øðrum líknandi viðurskiftum. Tí skal SEV skunda sær, um málið um grøna orku í 2030 skal røkkast.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392