– Fólk vilja hava eina grøna og fjølbroytta Havn

bannari
– Fólk vilja hava eina grøna og fjølbroytta Havn
Elsa Berg er nýggj í politikki, og so er hon fyrstvald á Tjóðveldislistanum í Havnini
Bjarni Árting Rubeksen
Elsa Berg er nýggjur býráðslimur í Tórshavnar kommunu
10.11.2020 - 23:56

Nýggja stjørnuskotið í býráðspolitikki í Havn umboðandi Tjóðveldi er Elsa Berg. Hon er fyrst vald á Tjóðveldislistanum í Havnini, sum fær trý pláss í býráðnum. 

Hjartamálið hjá Elsu er umhvørvið, og sjálv heldur Elsa, at mongu atkvøðurnar merkja, at fólk vilja hava eina grøna, fjølbroytta og litríka kommunu. 

– Eg stillaði upp, tí eg var sera stúrin um gongdina, sum vit síggja her - bæði við umhvørvinum, bústøðum og við at fáa fólk at trívast í kommununi. Hesin stuðulin vísir, at fólk fegin vilja hava eina grøna, fjølbroytta og litríka kommuna, sigur nývalda Elsa Berg. 

Vil gera mun

– Vit eru landsins størsta kommuna, so um vit veruliga gera nakað á umhvørvisøkinum, á bústaðarøkinum og fáa sosiala rættvísi fram í samfelagnum her, so gera vit eitt stórt hál fyri alt landið, sigur Elsa Berg. 

Tað er møguleikin fyri at gera ein mun, sum er drívmegin hjá Elsu. 

– Tað er sanniliga nakað, sum motiverar meg. At eg kann vera við í býráðnum og gera ein mun fyri bæði kommununa og alt landið, sigur nývalda stjørnuskotið hjá Tjóðveldi í Havn. 

Tjóðveldi fær trý umboð

Elsa Berg fekk 519 atkvøður, Jákup Dam fekk 380, meðan Gunnvør Balle fekk 340. 

Úrslitið úr Tórshavn sæst her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329