Við blandaðum kenslum

bannari
Við blandaðum kenslum
Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu, borgarstjóri í Kunoyar kommunu, er millum teir borgarstjórarnar, sum ikki stillar uppaftur
10.11.2020 - 21:07

Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu, fráfarandi borgarstjóri í Kunoyar kommunu stillar ikki uppaftur í ár.

Fyrr í dag greiddi hon sína atkvøðu, og tað var við blandaðum kenslum. Arnfríð Joensen Dahl fekk orðið á Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu.107 fólk høvdu valrætt í Kunoy, og 98 atkvøður komu inn til valið í ár.

Tveir listar

Tveir listar vóru til valið í Kunoy, og sigast má, at sessirnir eru væl býttir millum listarnar. Listi A fekk 50 atkvøður og tríggjar limir, meðan listi B fekk 48 atkvøður og tveir limir.

Toppskorari var Poul Jacob Poulsen av lista A við 19 atkvøðum, meðan Gunnhild Dahl Niclasen kom inn á øðrum plássi við 18 atkvøðum.

Nývalda kommunustýrið sær soleiðis út:

1) Poul Jacob Poulsen, 19 atkvøður. (Listi A)

2) Gunnhild Dahl Niclassen, 18 atkvøður. (Listi B)

3) Jóhannes Christian Sofus Hansen Johannesen, 17 atkvøður. (Listi A)

4) Rasmus Magnusson, 16 atkvøður. (Listi B)

5) Hans Pauli Purkhús 12 atkvøður. (Listi A)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101