Eli Tausen á Lava tónaskald fær Virðisløn til ungt listafólk 2026

Eli Tausen á Lava tónaskald fær Virðisløn til ungt listafólk 2026
"Eli Tausen á Lava megnar at byggja brýr millum millum klassiska tónleikahevd og elektroniska samtíð," segði Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum
Eli Tausen á Lava byggir brýr millum føroyskt og altjóða tónleikalív, millum klassiska tónleikahevd og elektroniska samtíð og millum tað intellektuella og tað sansaliga, segði landsstýrismaðurin
Mynd: Gwenael Akira Helmsdal Carré  
 
23.10.2027 - 20:23

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur júst handa tónaskaldinum Eli Tausen á Lava Virðisløn landsins til ungt listafólk 2026. 

Í sínari grundgeving, segði landsstýrismaðurin, millum annað at:

"Eli Tausen á Lava umboðar eina nýggja og spennandi rødd í føroyskum tónleiki. Hann hevur megnað at byggja brýr millum føroyskt og altjóða tónleikalív, millum klassiska tónleikahevd og elektroniska samtíð og millum tað intellektuella og tað sansaliga."

 

Dirvið at ganga nýggjar leiðir

Eli Tausen á Lava hevur eina Master of Music-útbúgving frá New York University og eina bachelorútbúgving frá Malmö Academy of Music.

Eitt eyðkenni fyri listarliga virksemið hjá unga tónaskaldinum er hugurin og dirvið til at ganga nýggjar leiðir.

"Eli er fjølgávaður og flytur seg frítt millum klassiskan samtíðartónleik og elektroniskan tónleik og megnar at knýta søguligar, heimspekiligar og eksperimenterandi íblásturskeldur saman við einum nútímans tónlistarligum máli," staðfesti Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum. 


Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, handar Eli Tausen á Lava Virðisløn landsins til ungt listafólk (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Verkið "Let Me Cry" hjá Eli Tausen á Lava varð tilnevnt Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins 2026. Tilnevningin er ein týðandi viðurkenning av tónlistarliga arbeiðinum hjá Eli og vísir, at tónleikur hansara røkkur langt út um føroysku landoddarnar.

"Fyri sítt nýskapandi íkast til føroyskan tónleik sum tónaskald, framleiðari, klaverleikari og elektroniskur tónleikari fær Eli Tausen á Lava Virðisløn til ungt listafólk 2026."


Eli Tausen á Lava, tónaskald, takkar fyri Virðislønina til ungt listafólk (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Virðislønin til ungt listafólk er 50.000 krónur og verður latin ungum listafólki, sum hevur sýnt serlig listarlig evni og gjørt vart við seg á sínum listaøki. Endamálið er at viðurkenna og stuðla ungum listafólki og eggja teimum til framhaldandi listarliga menning og virksemi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120