– Eg eri so takksom

bannari
– Eg eri so takksom
Tað sigur Eyð Ellingsgaard, sum við 126 atkvøðum fekk nógv flestar atkvøður í Sørvágs kommunu
10.11.2020 - 22:22

– Fyri fýra árum síðan segði eg nei, tá tey bóðu meg stilla upp, men hesa ferð segði eg ja, og eg eri ovfarin av stuðlinum, eg havi fingið.

Soleiðis sigur Eyð Ellingsgaard, sum stillaði upp á lista B í Sørvágs kommunu, og fær hon borgarstjórasessin í boði, so takkar hon ja.

Eisini veit hon, hvat liggur á arbeiðsborðinum hjá nýggja kommunustýrinum, tá tað fer til verka, tí fremst liggur nýggja vøggustovan, og síðan er tað høllin, sum nærum øll valevnini ynskja sær.

Atkvøðurnar hjá nývalda kommunustýrinum eru hesar:

Eyð Ellingsgaard - 126 atkvøður

Jóhan Mikkelsen - 69 atkvøður

Hugin Skaalum - 66 atkvøður

Elsebeth Davidsen - 58 atkvøður

Jón Joensen - 48 atkvøður

Jóhan Frói á Ørg - 47 atkvøður

Sune Jacobsen - 46 atkvøður

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775