- Tíðindi, mentan og ítróttur
Játtan lækkar sjálvboðin
Játtan lækkar sjálvboðin
Játtanin til barnaverndarstovnar kann lækka eina millión meira enn biðið er um í uppskotinum um eykajáttan

Biðið er um, at játtan í fíggjarlógini lækkar.
04.11.2026 - 06:58
Játtanin til barnaverndarstovnar kann lækka eina millión meira enn biðið er um í uppskotinum um eykajáttan.
Har verður biðið um tvær milliónir minni í ár.
Men nú vísir dagførd framskriving, at játtanin kann minka eina millión aftrat, sigur Mentamálaráðið við fíggjarnevndina.
Upprunaliga játtanin í fíggjarlógini fyri 2026 er 52 milliónir og 513.000 krónur.
Men, sigur Mentamálaráðið, brúk verður ikki fyri trimum milliónum til lønir.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























