Brimskaðin tyngir kommunukassan

bannari
Brimskaðin tyngir kommunukassan
Fráfarandi borgarstjórin í Húsavíkar kommunu segði valkvøldið, at skaðin á brimgarðin og kloakkeringin tyngja kassan hjá lítlu kommununi
11.11.2020 - 01:37

Brynhild Sørensen hevur verið borgarstjóri í Húsavíkar kommunu seinastu fýra árini. Hon vónar, at nýggja býráðið eitt nú fer at gera arbeiðið við at sóttreinsa vatnið, sum er komið væl áleiðis, liðugt.

Annars eru fleiri tungir útreiðslupostar. Brimgarðurin hevur fingið skaða, sum kostar nógv at gera aftur, eins og tað eisini haltar við kloakkeringini.

Brynhild Sørensen stillaði ikki uppaftur á kommunuvalinum 2020. Tey, sum vórðu vald í bygdaráðið valkvøldið, eru hesi:

Símin Hannus Johannesen
Jákup Martin Sørensen
Sunneva Elisabeth Frederikka Ludviga Larsen
Dávur Sørensen
Sára Mary Ann Johnsdóttir Anthoniussen

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. juni
Poppverturin
193654
Mánadag 23. juni
Morgunlestur mánadagur 23.juni 2025
193574
Sunnudag 22. juni
Guðstænasta í Tvøroyrar kirkju
193587
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. juni
Jóansøka: 6mf menn
193626
Sunnudag 22. juni
Jóansøka: Dreingir 17-18 ár
193607
Sunnudag 22. juni
Jóansøka: 5mf Kvinnur
193606
Sunnudag 22. juni
Jóansøka: 8 mf
193605