2/3 vilja lata seg koppseta

bannari
2/3 vilja lata seg koppseta
Men fleiri eru ivasom og summi siga beinleiðis nei. Tað er eingin orsøk at stúra, sigur Bjarni á Steig, yvirlækni
21.12.2020 - 19:44

Evropeiski heilivágsstovnurin, EMA, hevur í dag góðkent koronakoppingarevnið frá fyritøkunum Pfizer og BionTech. ES Nevndin fer eisini í kvøld formliga at góðkenna koppingarevnið.
Góðkenningin merkir, at flestu londini í Evropa fara at koppseta fólk móti korona 3. jóladag, sum ætlað.

Koppsetingin fyri koronu verður í Føroyum beint eftir jól - tann 27. desember. Fyrst fáa heilsustarvsfólk og røktarstarvsfólk koppsetingina í boði, og síðani verður í stigum fara víðari í samfelagnum.

 

Spyr.fo hevur í dag eina kanning fyri Kringvarpið, har tey hava spurt fólk um áhugan fyri at lata seg koppseta. Tey hava spurt 500 fólk í øllum aldursbólkum í øllum landinum, um tey ætla at lata seg koppseta.

Úrslitið av spurnarkanningini er, at góð 63 prosent - ella tveir triðingar - av teimum spurdu siga seg fara at lata seg koppseta fyri koronu, tá tey fáa tað í boði.

Góð 11 prosent siga nei, og góð 25 prosent ivast. Hyggja vit at aldursbýtinum, so eru tað serliga tey millum 60 og 80 ár, ið eru áhugað at fáa koppsetingina. Í aldursbólkinum millum 30 og 44 ár finna vit tey mest ivasomu.

 

- Tað er einki at óttast. Tað sigur Bjarni á Steig, yvirlækni. Hann vísir á, at koppingarevnini eru væl kannað frammanundan, og hann ivast ikki í at taka tað sjálvur. Somuleiðis vísir hann á, at myndugleikarnir fara at kunna meira um koppsetingarevnið komandi tíðina. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521